Bartal fekk heilaskjálvta

Tá Bartal Eliasen skoraði móti GÍ sunnudagin, fekk hann samstundis heilaskjálvta

Tað var Sámal Joensen, sum royndi seg við skoti móti málinum. Skotið var ikki serliga gott og hevði kós burtur frá málinum. Men tá rakar hann høvdið hjá Bartali, og bólturin fer í málið. Summi hava hug at geva Sámali Joensen hetta málið, men av røttum er tað Bartal, sum skoraði.
Tá vóru góðir tjúgu minuttir eftir, men Bartal spældi allan dystin, hóast dygga brestin hann fekk í høvdið.
Tá Bartal kom heim frá venjing fríggjadagin kendi hann seg sjúkan og fór til læknan, sum staðfesti heilaskjálvta. Tí hevur sterki verjuleikarin ikki verið til venjing í hesi vikuni, men hann verður klárur aftur til mánadagin.
Ein avleiðing av heilaskjálvtanum er, at hann ikki minnist alt, sum fór fram á vøllinum móti endanum av dystinum, tá dómarin metti, at hann feldi Sonna L. Petersen, sum fekk brotsspark.