Bartal Eliasen um dystin:

Hvat hava hesi stigini at siga fyri ÍF?

- Hesi trý stigini hava alt at siga fyri ÍF, tey eru kærkomin í stríðnum móti niðurflytingini.

Hvat gera tit rætt í dag?

- Vit spæla skjótt frameftir vøllinum, og tað vísti seg at rigga sera væl. Vit vardu eisini væl fyri í dag, og lótu ikki EB/Streym koma til opnar kjansir, og taktikkurin riggaði til fulnar í dag. Vit hava eisini havt yvirvág móti EB/Streymi, so hví ikki eisini hesaferð.