HM Svimjing í Barcelona: Bartal Hestoy megnaði í morgun at seta nýtt føroyskt met í 400 metra blandaðari svimjing, tá í hann á heimsmeistarastevnuni á langgeil í Barcelona svam teinin uppá 4:35.37. Hann átti sjálvur føroyska metið, sum var 4:36.32 frá Mare Nostrum stevnuni í Barcelona í mars mánaða, skrivar svimjing.com
Harvið hava øll tey trý Poula Ø. Mohr, Birita Debes og Bartal Hestoy sett minst eitt føroyskt met á hesum HM. Poula enntá tvey í tveimum kappingum, meðan Pál Joensen hevur megnað seg at svimja seg í finalu í báðum teimum kappingum, sum hann var tilmeldaður í. Eitt einastandandi gott úrslit, staðfestur svimjing.com