Bartal aftur á blettinum

Hóast bara lítil hálvur tími er farin, so tykist alt benda á, at ÍF skal fáa fulla úrtøku í heimadystinum ímóti B71.

ÍF venjarin David Jones hevur framt onkrar umskipingar, nú tveir spælarar eru leikbannaðir. Jonn Thomsen er komin inn í miðverjuna undir liðina á Knút Vesturtún, meðan Bartal Eliasen er fluttur fram í álopið.

Hetta hevur fyribils riggað væl. Bartal Eliasen hevur skorað til bæði 1-0 og 2-0.