TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við unga HB-aran, Bartal Wardum, aftaná HB hevði tryggjað sær 4. plássið við einum 2-0 heimasigri á FC Suðuroy.
Bartal er tó ikki nøgdur við kappingarárið hjá HB í effodeildini, men hann undirstrikar, at hann er glaður og lættur um, at tað eydnaðist teimum at vinna eitt pláss í Europa League komandi ár.
Bartal er avgjørdur um, at hann fer bara at spæla við HB í Føroyum, og talan verður ikki um nakað skiftið til nakað annað felag í Føroyum.