Amnesty International
Amnesty International Føroya Deild hevði valt at hátíðarhalda dagin við at tendra 53 ljós rundan um Tinghúsvøllin í Havn.
Kirkjuklokkan í Dómkirkjuni hevði júst fortalt havnafólki, at klokkan varð vorðin 16.30, og beint eftir hetta kveikti Annika Sølvará, forkvinna í Amnesty International Føroya deild, saman við børnum fyrstu ljósini rundan um Tinghúsvøllin.
Hetta var í skýmingini, veðrið var av tí fagrasta ? stilt, men kalt. Nakað av fólki hevði leitað sær oman at síggja meðan ljósini vórðu tendrað.
Eftir, at Annika og nøkur børn høvdu tendrað fyrstu ljósini, gingu kyndlarnir runt, soleiðis, at onnur børn eisini sluppu framat at tendra eitt ljós. Tað gekk ikki leingi, so bleiktraðu øll 53 ljósini í skýmingini við stóra jólatræið á Tinghúsvøllinum. Eitt hugnaligt tiltak, sum tó vantaði eina heild. Kanska ein felagssang ella okkurt líknandi, sum sjóðaði tey, ið nú vóru komin saman.
Amnesty International felagsskapurin varð stovnaður í 1961, og hevði tískil fyrr í ár 40 ár á baki. Føroyska deildin varð stovnað fýra ár seinni, og telist hon millum tær elstu deildirnar Amnesty hevur kring knøttin.
Endamálið hjá felagsskapinum er at vera óheft politiskt virka fyri leyslating av kvinnum og monnum, ið, móti reglunum í Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um mannarættindi, eru fongslað vegna politiska sannføring, gudstrúgv, uppruna, kyn, húðarlit ella móðurmál, treytað av, at tey hvørki hava nýtt vald ella eggjað til valdsnýtslu. Tey verða nevnd samvitskufangar.
Dagurin varð annars merktur av, at eitt ljós varð tendrað fyri samvitskufangarnar og stillað í vindeygað.