Barsskor verður umvældur

Strandfaraskipið Barsskor, sum fekk maskinskaða undir siglingin seinasta fríggjdag, fer helst aftur í sigling í morgin

Barsskor liggur nú á bedingini í Klaksvík, har hann verður umvældur. Eitt stempul er farið, og hjá Strandferðsluni í Klaksvík roknaðu tey í gjár við, at Barsskor fór at sigla aftur síðst í vikuni.

Meðan Barsskor verður umvældur, røkir Alpha Pilot siglingina millum Klaksvík og Kalsoynna. Alpha Pilot tekur ikki eins nógv fólk og Barsskor, men hann siglir nakað skjótari.

Barsskor, sum er bygdur í 1929, tekur 50 ferðafólk, meðan Alpha Pilot tekur 25.