Barsskor seljast til Íslands fyri eina krónu

Hann verður nú latin til eitt savn í Akranesi

Strandferðsla
 

 Ætlanin er nú at selja gamla strandfaraskipið, Barsskor, til Íslands.
Men tað verður ikki nakað, sum hvørki Strandferðsla ella landskassin skora kassan av, tí ætlanin er at selja hann fyri eina krónu.
Barsskor er bygdur í Akranesi í Íslandi í 1929 og Kristian Davidsen, stjóri í Strandferðsluni, sigur, at íslendingar hava spurt seg fyri um tað ber til at fáa hann aftur til Íslands, nú hann er lagdur.
Barsskor røkti siglingina út í Kalsoy, men síðani nýggj ferjulega varð gjørd og Sam fór at sigla, hevur hann ligið í Klaksvík.
Hann er illa farin og má pumpast hvønn dag fyri ikki at fara til botns, sigur Kristian Davidsen.
Í Akranesi er ætlanin at hann skal gerast til eitt savn.
Annars hevur Strandferðslan fingið nakrar fyrispurningar upp á Barsskor og okkurt tilboð er eisini latið inn frá onkrum, sum eru sinnað at keypa hann fyri 70.000-100.000 krónur.
Men stjórin á Strandferðsluni sigur, at tað er ein politisk avgerð, at hann skal latast til hetta siðsøguliga endamálið í Íslandi
Um hann verður seldur til Íslands, veldst um, antin Løgtingið góðtekur tað ella ikki og tað málið er til viðgerðar í hesum døgum.