Barsskor maskinskaða

Síðani fríggjadagin hevur Alpha Pilot røkt siglingina millum Klaksvík og Kalsoynna

Fyrrapartin fríggjadagin fekk Barsskor maskinskaða undir einum túri til Kalsoynna, og síðani hevur strandfaraskipið ligið við bryggju í Klaksvík.

Neyðugt var at sleipa Barsskor aftur til Klaksvíkar, og tað órógvaði siglingina millum Kalsoynna og Klaksvík nakað fríggjadagin.

Men nú røkir Aplha Pilot hjá Torleifi Sigurðsson siglingina millum Klaksvík og Kalsoynna, og tað fer báturin at gera, til Barsskor er umvældur. Barsskor liggur nú á bedingini í Klaksvík, har menn kannað brekið.


Ternan I sigldi eisini

Stórt hátíðarhald var annars á Syðradali um vikuskiftið, tí ein nýggjur minnisvarði varð avdúkaður. Hesum hevði Strandferðslan tó tikið hædd fyri frammanundan, og Ternan I - við Sámali Peturi í Grund á brúnni - sigldi nakrar túrar millum Lorvík, Kalsoynna og Klaksvík leygardagin.

Barsskor, sum varð bygdur í 1929, tekur 50 ferðafólk, meðan Alpha Pilot bert tekur helmingin. Strandferðslan heldur tó ikki, at hetta er nakar trupulleiki, tí Alpha Pilot siglir væl skjótari enn Barsskor, og tí ber til at gera eykatúrar, um tað verður neyðugt.

Sambært ferðaætlanini brúkar Barsskor 20 minuttir úr Klaksvík og til Syðradal. Alpha Pilot siglir teinin upp á eitt korter. Tað eru millum tveir og fýra túrar millum Klaksvík og Kalsoynna hvønn dag.



Endalig loysn skal finnast

Klaksvíkar býráð samtykti á fundi hóskvøldið uppskotið, sum mentanarnevndin og umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu høvdu snikkað saman.

Hetta uppskotið leggur nú upp til eina varðandi loysn á fíggjarligu trupulleikunum hjá Atlantis.

Ein nýggjur sjálvsognarstovnur skal nú yvirtaka og reka Atlantis, og ein trímannanevnd skal veljast fyri hendan stovn. Í hesa nevnd skal býráðsformaður velja ein lim, Klaksvíkar Sjónleikarfelag ein lim og Norðoya Sparikassi, sum hevur fíggjað umbyggingina av Atlantis, skal velja ein lim.

Ætlanin er so, at nevndin skal seta ein dagligan leiðara í Atlantis, og nevndin fær eisini til uppgávu, at finna eina loysn á fíggjarligu trupulleikunum. Í løtuni er skuldin í Atlantis 1,9 milliónir krónur, og hendan skuldin tyngir raksturin av húsinum.

- Nú er tað upp til sjálvsognarstovnin at fáa Atlantis at virka aftur sum eitt veruligt mentanarhús, og eg eri vísur í, at hetta er rætta loysin, sigur Jógvan Lutzen, formaður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði.

- Ætlanin var upprunaliga, at tað umbygda Atlantis skuldi verða eitt mentanarhús, men húsið hevur ikki livað upp til hetta endamál higartil. Nú má tað fáast at virka, og tað sum skjótast, sigur Jógvan Lutzen.

Hann dugir ikki at siga, nær nevndin fyri sjálvsognarstovnin verður vald og fer at virka, men hann vónar, at hetta verður gjørt sum skjótast. tað sum sína sergrein at skriva um altjóða kvinnufótbólt. Hann hevur síðani sent mær øll úrslit, og afturfyri havi eg sent honum úrslitini og hini hagtølini yvir teir dystirnar, sum vit hava spælt.


Yvirhálað

Tá vit spyrja Álvur, hvussu føroyski kvinnufótbólturin stendur seg nú sammett við í 1997, tá u?18 landsliðið fyrstu ferð tók lut í EM undankappingini, so svarar Álvur soleiðis:

? Luttøkutalið er vaksið ótrúliga nógv. Bæði tí áhugin fyri kvinnufótbólti er øktur kring Europa, og tí at so nógv nýggj lond hava sæð dagsins ljós. Nú luttaka 32 lond í kappingini. Vit vóru tíðliga uppií, og í 1997 vórðu vit flokkað í næstovasta styrkisbólkinum. Tað eru vit ikki longur, staðfestir Álvur Hansen, sum harvið ásannar, at menningin í nógvum av londunum, sum nú eru uppi í kappingini, hevur verið størri, enn hon hevur verið í Føroyum.

jh