Barsskor fekk maskinsteðg

Stutt fyri middagsleitið mánadagin, fekk Barsskor maskinsteðg á Pollinum á veg til Klaksvíkar

Klaksvík:
Tað gongur onki serligt hjá tveimum av teimum trimum strandferðsluskipunum, sum sigla millum Klaksvík og ávíkavist Leirvík og Syðradal á Kalsoynni. Dúgvan er í hesum døgum á beding, tí hon fekk skaða á gronina, tá hon rendi á í Leirvík herfyri, og mánadagin steðgaði Barsskor upp á pollinum.
Barsskor var fullur av fólki, sum skuldi til jarðarferð í Klaksvík. Menninir umborð bóru skjótt at og róptu á Ternuna, sum røkir siglingina fyri Dúgvuna, og bóðu um hjálp. Og sutt fyri middag kom Ternan sleipandi við Barsskor, sum nú nærkast teimum áttati, inn eftir vánni.
Seinni um dagin sigldi Barsskor aftur sum vanligt.