Andstøðuflokkarnir arbeiða í løtuni við einum uppskoti, ið skal síðustilla samkynd foreldur við hinskynd foreldur í barsilsskipanini.
Tað sigur Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi.
– Vit arbeiða við einum uppskoti, ið skal fáa samkynd foreldur javnsett í barsilslógini, so at tey hava rætt til barsil á jøvnum føti við hinskynd foreldur, og vit vænta, at tað verður lagt sum skjótast, sigur Hervør Pálsdóttir
Hervør Pálsdóttir, sigur fyri in.fo, at allir andstøðuflokkarnir undantikið Sjálvstýri eru við í arbeiðinum, og at uppskotsstillararnir vóna, at tað verður lagt fyri tingið í næstu viku.
Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur áður gjørt greitt, at hann er sinnaður at atkvøða fyri einum tílíkum uppskoti, hóast samgongan er ímóti. Johan Dahl vil ikki gera fleiri viðmerkingar til tað í morgun, men vísir til tað, sum hann áður hevur sagt, tí hann hevur ikki broytt meining.
Tá spurd, um hvørt andstøðan hevur verið í dialog við Johan Dahl um uppskotið, svarar Hervør Pálsdóttir, at Johan Dahl veit av, at andstøðan arbeiðir við uppskotinum.











