Barsilsskipanin má ikki verða dýrari

Sum støðan er nú, tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki undir við nøkrum, sum fer at gera barsilsskipanina dýrari

 

- Fyri okkum hevur tað alstóran týdning, at gjaldið til Barsilsskipanini ikki hækkar.

 

Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú samgongan arbeiðir við eini ætlan um at broyta Barsilsskipanina.

 

Felagið sigur, at soleiðis sum skipanin nú er skipað, er eingin trygd fyri hesum.

 

- Hevur Barsilsskipanin yvirskot, sum hon hevur havt hesi seinnu árini, fara pengarnir beinleiðis í landskassan og verða ikki nýttir til tað endamál, teir eru ætlaðir til.

 

Seinastu árini hevur Barsilsskipanin tilsamans havt 59,7 milliónir í avlopi.

 

- Seinastu sjey árini hava løntakarar og arbeiðsgevarar sostatt goldið ein eykaskatt á 59,7 milliónir krónur, sum eru farnar landskassan.

 

- Hesir pengar koma als ikki teimum til góðar, sum hava tørv á barnsburðarfarloyvi, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

 

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava í fleiri umførum víst á, at Barsilskipanin eigur at verða skipað sum grunnur.

 

Orsøkin til hetta er, at verður barsilsgjaldið goldið í ein grunn, kann yvirskotið av skipanini einstøk ár koma til góðar, tá ið útgjøldini hækka ella inngjøldini lækka.

 

Men tað hevur samgongan ongan hug til, tí sagt verður, at ein grunnur fer at hava ov nógvar umsitingarligar útreiðslur við sær

 

Tað tekur Arbeiðsgevarafelagið til eftirtektar.

 

- Men tað er av alstórum týdningi, at ein loysn verður funnin, soleiðis at yvirskot einstøk ár verða støðlað og ikki brúkt til onnur endamál á fíggjarlógini, sigur felagið.

 

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at fyrrenn ein haldgóð skipan verður funnin um fíggjarviðurskiftini í Barsilsskipani, tekur felagið als ikki undir við, at nakrar broytingar, sum hava útreiðsluøking við sær, verða gjørdar í Barsilsskipanini.