Barsilsskipanin ? ein sólskinssøga

   

Barsilsskipanin, ið sá dagsins ljós fyri fáum árum síðan, hevur av sonnum verið ein sólskinssøga í mangar mátar. Ein stórt framstig fyri at fremja familjuvinarliga politikk og ikki minst javnstøðu politikk.

Barsilsskipanin sum arbeiðsmarknaðarmál
Men ein vansi hevur tó verið. Barsilsskipanin átti upprunaliga at verða skipað sum eitt arbeiðsmarknaðarmál ? eins og ALS. Men so varð ikki. Í staðin varð fíggjarliga ábyrgdin býtt millum arbeiðsmarknað og landskassa, og allar økingar í útreiðslum síðan stovnanina av skipanini eru álagdar landskassanum.
Úrslitið er, at verða ongar broytingar framdar verða inntøkurnar til skipanina frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum komandi ár mettar at verða 29 mió. kr., meðan útreiðslurnar fara uppum tær 70 mió. kr.
Í dag rindar landkassin munin millum inngjaldið frá arbeiðsmarknaðinum og útgjaldið, men frá komandi ári er ætlanin at umskipa barsilsskipanina soleiðis, at henda eins og ALS verður fíggjað av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta merkir m.a. at inntøkur og útreiðslur skulu tillagast hvør at øðrum.

Inngjaldið hækkar
Tá inntøkurnar av skipanini skulu rindast av arbeiðsmarknaðinum verður neyðugt, at hækkað inngjaldið. Hvussu nógv velst um hvussu stórt útgjaldið skal verða. Men verður talan um at hækka inngjaldið eitt nú úr 0,25% uppí 0,5%, gevur hetta um 30 mió. meira í inntøkum.
Havandi í huga at ALS gjaldið er lækkað við 0,5% í ár (lækkaði úr 1,25% í 0,5% og síðan hækkað til 0,75%), vil ein øking av barsilssgjaldinum við 0,25% helst ikki verða ein ovurstór byrða fyri partarnir á arbeiðsmarknaðinum.

Velja millum 6 og 9 mdr.
Tá farast skal undir broytingar í skipanini, hevði tað verið upplagt eisini at gjørt nakrar betringar í barsilsskipanini. Eitt nú at nýtt høvið at givið foreldrum valmøguleika millum styttri og longri tíðarskeið. Ein møguleiki kundi verið, at givið foreldrum møguleika at velja millum 36 vikur (9 mdr.) við 80% lønarendurgjaldi og 24 vikur (6 mdr.) við 100% lønarendurgjaldi - sum nú. Útgangsstøðið eigur at verða 100% lønarendurgjald, men ynskja foreldur eina aðra loysn hevði tað verið gott um møguleiki varð fyri hesum.

Foreldur skulu kunna velja hvør er heima
Í dag kunnu foreldur frá 14. viku eftir barnsburð velja, hvørt mamman ella pápin eru heima, og fáa lønarendurgjald frá barsilsskipanini. Hetta frælsið eigur sjálvsagt ikki at verða skert ? um nakað so víðkað. Uttan mun til um valt verður at verða í barsilfrí í 6 ella 9 mdr. eigur tað at standa foreldrum frítt at velja, hvørt tað er mamman ella pápin, ið eru heima hjá barninum frá 14. viku eftir barnsburð.

Møguligar avmarkingar
Skulu avmarkingar gerast fyri at avmarka útgjaldið kundi ein loysn verið at lækka lønarendurgjaldsloftið á 35.000 kr. niður í 25.000 kr um mánaðan.
Somuleiðis kunnu treytir verið settar fyri, at pápin fær part av barsilstíðini hjá mammuni. Soleiðis at skilja, at í dag kunnu pápar fara í barsilsfarloyvi við fullari løn, hóast mamman er heimagangandi og heima hjá barninum. Hetta hevur helst ikki verið upprunaliga ætlanin við skipanini. Ætlanin er hinvegin at tryggja, at eitt av foreldrunum kann verða heima hjá barninum uttan at missa lønarinntøku. Tí kundu treytir verið settar, ið tryggja at henda meginreglan verður hildin. Hetta eru treytir, ið m.a. verða settar í nøkrum barsilsskipanum í øðrum norðurlondum.

Barsilsskipanin ? ein framhaldssøga
Nú arbeiðsmarknaðurin fær fíggjarligu ábyrgdina av skipanini, fer arbeiðsmarknaðurin somuleiðis eisini at fáa størri ávirkan á, hvussu skipanin verður skipað í framtíðini. Hetta tryggjar at uppgávan verður loyst so nær brúkaranum sum møguligt, og hetta verður ein uppgáva, ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum óivað fara at klára minst líka gott ? helst betur - enn politikararnir. Men hetta er somuleiðis ein stór og týðandi ábyrgd, ið skal lyftast á rætta hátt soleiðis at henda sólskinssøga ikki verður ein stuttsøga - men ein framhaldssøga.