Barsilsskipanin betrast

Javnaðarflokkurin vil varðveita og betra rættin til barnsburðarfarloyvi. Lógin um barsilsfarloyvi, sum vit hava í dag, gevur foreldrunum rætt til hálvt árs farloyvi við løn, síðani hálvt árs farloyvi uttan løn.
Javnaðarflokkurin vil virka fyri, at barsilsskipanin við tíðini kann veita løn allar 12 mánaðirnar. Eisini vilja vit virka fyri, at skipanin gerst smidligari, soleiðis at hon kann tillagast einstøku familjuni. Hetta vilja vit gera við at geva foreldrunum møguleika til sjálv at velja, hvussu tey ynskja at brúka barsilstíðina. T. d. tá ein familja ynskir at brúka nakrar mánaðir heima, síðani arbeiða niðursetta tíð eitt tíðarskeið, ella goyma nakað av tíðini, til familjan seinri hevur tørv á tí.
www.lindenskov.com