Ungur, vællærdur, nývaldur løgtingsmaður, varð av útvarpsmanninum spurdur um hesa skipan, tí funnið var útav, at løgtingskvinna ið farin var í barsilsorlov, fekk kr. 37.000,- um mánaðin, meðan løgtingsmaður, ið eisini var farin í somu orlov fekk einans kr. 26.000,- haldi eg tað var.
Tað sær út til, at aftaná hvørt nýval er tað fyrsta, ið gjørt verður, at tey ið eru so heldig, at tey eru komin inn um tinggátt, fara fyrst at hugsa um seg sjálvan. Aftaná næstseinasta val var tað eftirlønin hjá landsstýrismonnunum ið mátti hækkast, tí hon var ov lág. Hugsa sær til, at fáa kr. 37.000,- um mánaðin fyri at gera einki. Tí at passa eitt barn er ikki nakað stórarbeiði. Tær føroysku mammurnar passaðu uppí 10 børn og gjørdu nógv annað, tær fingu onga krónu. Tað, sum ger ójavnan millum hesi bæði løgtingsfólkini er eitt hol í lógini, sum má fyri alt í verðini fáast í rættlag. Og tað verður eisni rætta, tað frykta vit ikki fyri, bæði mugu fáa tað hægra talið. Men tá tað snýr seg um hin endan av fólkinum, tá liggur ikki so væl fyri at fáa nakra broyting. Tá eru allar møguligar umskyldningar um, hvussu teirra skipanir eru og tær kunnu ikki broytast. Tað sær út, sum at gjógvin millum tey háløntu og tey lágløntu blívur bara størri og størri, óansæð hvør kemur framat. Eingin torir at taka toppin av ísfjallinum og flyta hann har brúk er fyri honum.
Hesa skipan ið øll gjalda til, skuldu øll fingið útgoldið eins. Eina upphædd, ið var at liva við.









