Foreldur ið júst hava lokið útbúgving skulu hava rætt til stuðul frá barsilskipanini.
Heilsustýrið tilmælir at barnið fær bróstamjólk minst í eitt hálvt ár sum einasta føðslukelda, og WHO tilmælir, at barnið bert fær bróstamjólk í hálvt ár, síðan vanligan mat tilsvarandi barni og bróstamjólk í tvey ár. Hetta tí at bróstamjólk er heilsugóð føði fyri barni, og verjir barni fyri fleiri sjúkum, bæði í pinkubarnatíðini og seinni í lívinum.?Barnsburðarfarloyvi skal gerast meira rúmsátt, og møguleiki skal vera at leingja tað upp til eitt ár. Hetta ger so eisini, at barnið hevur møguleika at vera heima ta fyrsta árið og er meira mótstøðuført fyri sjúkum tá tað so kemur í vøggustovu millum onnur børn .
Arbeiðsmarknaðurin skal eisini gerast meira rúmsáttur. Mamman, ið má aftur til arbeiðist, skal hava møguleika at fara at geva bróst í arbeiðstíðini.
Fyri foreldur sum fáa barn, sum hevur ein serligan tørv av einhvørji orsøk, tað kann vera brek ella sjúka, skal verða rúmd fyri at leingja farloyvi hjá báðum foreldum.










