Barsilskipan, javnstøða og arbeiðsmarknaður í Miðlahúsinum

Barsilsskipanin, javnstøða og arbeiðsmarknaður verða evnini á kjakfundi, sum Kvinnufelagið í Havn skipar fyri í Miðlahúsinum í kvøld kl. 19.30 - Hvussu gera vit tað meira lokkandi at vera nýbakað barnafamilja í Føroyum? Og hvussu laga vit barsilsskipanina til, so hon livir upp til nútíðar krøv um javnstøðu millum mann og kvinnu, og til broytta arbeiðsmarknaðin? Hesar og nógvar aðrar brennandi spurningar varpar Kvinnufelagið í Havn ljós á í Miðlahúsinum í kvøld.

Á skránni verður peptalk við Kristionnu Winther Poulsen, forkvinnu í Javnstøðunevndini, vísdómsorð frá Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, og Jenny A. í Heiðunum sigur sína hjartans meining um at vera í barsilsfarloyvi við tveimum smáum børnum, meðan karrieran sum Conference & Event Manager á Hotel Føroyum eisini krevur sítt.

Tiltakið í Miðlahúsinum mánakvøldið 26. mai byrjar kl. 19.30 og er alment, sigur Kvinnufelagið í Havn. Sigrun Brend verður orðstýrari.