Barsilsgjaldið skal nýtast til betri barsilsskipan!

Bjørt Samuelsen, tingkvinna
-----

Landsstýrismaðurin hevur einki val. Hann má koma við einum uppskoti til betri barsilsskipan, sum líkist tí frá Tjóðveldi, ið samgongan júst feldi. Seinastu árini eru á leið 70 mio ov nógv kravt inn til barsilsskipan, men brúkt til heilt onnur endamál.

Fyri 2012 verður aftur stórt yvirskot í Barsilsskipanini. Gott fíggjarligt grundarlag var tí undir uppskotinum, at gera skipanina munandi meira fleksibla, og leingja farloyvið 8 vikur, sum Tjóðveldi skeyt upp. Uppskotið varð felt í vikuni, men landsstýrismaðurin noyðist at koma við einum líknandi lógaruppskoti, skjótt. Tað kann ikki forsvarast, at munandi meira verður tikið frá fólki enn tað, skipanin kostar.

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur júst váttað, í svari uppá fyrispurning, at nærum19 mio ov nógv vórðu kravdar frá skattgjaldarunum til barsilsskipanina í 2012. Endaliga talið verður helst nakað lægri, men tó. Síðani 2006, tá gjaldið varð sett til 0,62%, sum allir arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar gjalda, eru einar 70 mio, ella í miðal einar 10 mio kr um árið, ov nógv kravt inn! Í 2013 væntast eitt yvirskot uppá omanfyri 13 mio kr.

Fleksibul barsilskvota
Høvuðsbroytingarnar í uppskotinum vóru at leingja barsilsskipanina við 8 vikum - upp í 42 vikur, og at gera skipanina munandi meira fleksibla, so familjurnar yvir eitt tvey ára tíðarskeið hava møguleika at leggja barsilskvotuna til rættis eftir teirra tørvi og gerandisdegi. Í samráði við arbeiðsgevaran. Og eyka kvotu til tvíburaforeldur. Tær 8 eyka vikurnar, skuldu býtast javnt ímillum pápa og mammu, tó við møguleika at býta sínamillum.

Í uppskotinum vísa vit eisini á, hvussu neyðugt tað er, at politiska skipanin beinanvegin fer undir at tryggja, at barnsburðargjaldið verður eftirlønargevandi. Kvinnur eru og vera framhaldandi eftirbátar, tá ræður um eftirløn, júst tí at tær taka sær ábyrgdina av at vera nógv heima við børnunum. Hetta má politiska skipanin, í samráði við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, fáa loyst sum skjótast.

Sjálvandi mugu pengarnir – allir – sum kravdir verða inn til eina barsilsskipan, nýtast til at gera skipanina smidligari og betri fyri børn og foreldur. Í 2008, undir che, varð yvirskotið, sum tá var, beinanvegin nýtt til at bøta og leingja barsilsfarloyvið.

Ein orsøk til yvirskot í skipanini er tíverri eisini, at færri børn verða fødd. Seinastu 20 árini er barnatalið minkað við einum triðingi, so einans eini 600 børn um árið, nú verða fødd.

Uppskotið hjá Tjóðveldi varð felt. Men, ikki úrslitaleyst. Tí landsstýrismaðurin tykist hava tikið barnið at barmi. Nú lovar hann at koma við einum hollum uppskoti á ólavsøku. Nakrar broytingar kundu verið gjørdar her og nú, til gangs pinkubørn og foreldur. Tey mugu bíða. Til landsstýrismaðurin vónandi veruliga kemur á soppin á ólavsøku. Tá skal væl verða tikið ímóti tí!