Broytingaruppskotið, sum nú fyriliggur, er ikki í samsvari við javstøðulógina og kann ikki góðtakast. Allar broytingarnar viðføra verri umstøður fyri mammuna, pápan og barnið, og fremja ójavnstøðu millum kynini.
So avgjørd er Annika W. Joensen í sínum viðmerkingum til barsilsskipanina, sum í hesum døgum fær nógva umrøðu. Sum skilst eru fleiri broytingar í væntu. Hámarksútgjaldið skal lækkast til 20.000 krónur. Útgjaldssatsurin skal lækkast niður í 90 prosent. Útrokningargrundarlagið hjá pápum skal vera tað hjá mammuni. Og farloyvistíðin undan barsli skal styttast. Øllum hesum finst Javnstøðunevndin at. Nevndin heldur, at allar broytingar eiga at gerast í samsvari við Javnstøðulógina.
Lágt hámark
Í fyrstu atløgu finst Javnstøðunevndin at hámarksútgjaldinum.
? Um arbeiðsgevarar ikki fáa fult endurgjald við barnsburð, er vandi fyri, at arbeiðsgevarar heldur seta menn enn kvinnur í starv. Hetta er serliga galdandi fyri privata vinnu, sum virkar í kapping. Eisini innan tað almenna, kann væntast, at kvinnur verða við skerdan lut, tí stovnarnir ikki fáa fult endurgjald í sambandi við barnsburð. Teir fara tí eisini at seta menn í starv heldur enn kvinnur, sigur Annika W. Joensen.
Hon undrast eisini á, at tey, sum tjena nógv og gjalda nógv í skipanina, skulu fáa verri sømdir enn tey, sum gjalda minni.
Mammusa løn
Javnstøðunevndin fílist eisini á, at útrokningargrundarlagið hjá pápunum skal vera inntøkan hjá mammuni. Nevndin vísir á, at við hjúnaskilnað er tað oftast mamman, sum fær barnið, og tí er pápin fyri vanbýti.
? At staðfesta hesa støðu við at knýta móður og barn saman fíggjarliga, og harvið forða pápum at fara í farloyvi, tí ráðini ikki eru til tað, er eftir okkara meting púra burturvið. Barsilsskipanin er endurgjald fyri mista inntøku og ikki ein almenn stuðulsskipan. Gjaldið hjá pápunum hevur onki við gjaldið hjá mammuni at gera, sigur Annika W. Joensen.
Hon vísir eisini á, at tað stuðlar upp undir veiku støðuna hjá kvinnuni á arbeiðsmarknaðinum, at tað er hennara løn, sum skal leggjast til grund, tí lønin hjá monnum er ofta betur.
? Kvinnur vera í størri mun heima hjá barninum, og av arbeiðsgevara roknaðar at vera óstabil arbeiðsmegi, meðan pápin pápin verður enn stabilari arbeiðsmegi. Hetta kemur honum til góðar í spurningum im framflytan og lønarhækkan Hjá kvinnuni er øvugt, sigur Annika W. Joensen.
At útgjaldssatsurin lækkar niður í 90 prosent, hevur Javnstøðunevndin ikki so nógv at siga til. Men átalað verður, at longdin á farloyvistíðini áðrenn føðing styttist.










