Formaðurin í ES-nevndini, José Manuel Barroso, ávarar nú grikkar ímóti at vraka bjargingarpakkan frá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum. Grikska stjórnin hevur gjørt av at halda fólkaatkvøðu um pakkan, og tað hevur elvt til nógv kjak í altjóða fíggjarheiminum.
-Vraka grikkar pakkan, mugu teir fyrireika seg til munandi størri trupulleikar, enn teir fáa, um teir siga ja, og trupulleikarnir koma serliga at raka tey veikastu í samfelagnum meint. Satt at siga ber ikki til at siga, hvussu álvarssamt tað verður, segði Barroso í dag.
Grikski forsætisráðharrin, George Papandreou, kom í dag til franska býin Cannes, har hann skal hitta nakrar av ES-leiðarunum undan G20-toppfundinum, sum byrjar í Cannes í morgin.










