Stongsulin fevnir um 38 kommunur, teirra millum Keypmannahavn, Aarhus, Odense og fleiri aðrar kommunur í høvuðsstaðnum og á Sælandi.
Nýggju tiltøkini verða kunngjørt nú fyrrapartin, og sagt verður, at tey eru galdandi til eftir nýggjár.
Sambært BT verða børn úr 4. flokki og uppeftir send heim og fáa fyrr jólafrí.
Tey síðstu almennu starvsfólkini, sum ikki longu eru send heim og sum ikki hava serliga krevandi størvi, verða eisini send heim at arbeiða, verður sagt.