-Tað ber ikki til at halda skil á hvat er loyvt og ikki um høgtíðina, heldur Rúni Djurhuus, eigari av REX. Náttklubbar og barrir hava ringar dagar nú um Páskini, tí halgidagslógin hevur nógvar reglur, sum skulu havast í huga.
Nakrir dagar ber til at skeinkja, men ikki dansa. Aðrir dagar kann tað skeinkjast, men bert til á midnátt. Og nakrir dagar kunnu fólk dansa og drekka sum teimum lystir.
-Lógin er frá 1920?unum, og fullkomiliga ótíðarhóskandi, heldur stjórin í REX.
Hann sigur við Rás2 í dag, at frægast var, um lógin gjørdist greiðari ella varð avtikin, eins og í eitt nú Danmark.
Ivasamt var, um eitt nú REX hevur loyvið at hava opið í morgin, men nú hevur loyvisnevndin givið loyvi fyri hesum.









