Høvdu veljarar kring heimin sloppið at valt forsetan í USA, hevði Barrack Obama vbunnmið stórsigur Nú tríggjar vikur undan forsetavalinum í USA, er Barrack Obama klárt á odda í meiningakanningunum við millum 9 og 14 prosentstigum.
Men tað eru ikki bara teir flestu amerikanararnir, sum vilja hava Obama í Hvítu Húsini.
Ein kanning, sum nøkur av teimum størstu dagbløðunum kring heimin hava gjørt, vísir, at Barrack Obama er vorðin ein heimsstjørna.
Í Sveis vilja heili 83 prosent hava hann at vinna forsetavalið, í Kanada siga 70 prosent tað sama, og í Fraklandi høvdu 68 prosent atkvøtt fyri Obama, høvdu tey havt møguleikan.
Tey einastu londini, har Obama ikki fær meiri enn 50 prosent av atkvøðunum, er í Meksiko og Póllandi, har hann fær ávikavist 46 og 43 prosent.