– Vit eru mitt í eyganum, tí er trýstið so lágt. Um eina løtu brestir hann á við vindi.
Tað sigur 88 ára gamli Petur Skeel, sum er veðurmaður á Sosialinum.
– Hjá mær var barometrið niðri á 945 hektopaskal í morgun, og so lágt havi eg onganíð sæð barometrið hjá mær, sigur Petur Skeel Jacobsen.
Petur Skeel Jacobsen fer í kvøld niður við Norrønu. Men hann væntar, at tá er tað ringasta av.
– Vit fara avstað klokkan 21, og tá vænti eg ikki meira enn hvassan vind, sigur hann.
Lægsta trýst, sum mált er í Føroyum, síðani fyrstu skrásetingina í 1961 er 930,3 hektopaskal, sum varð mált á flogvøllinum 11. januar í 1993 Lægsta barometurtrýst á veðurstøðunum hjá Landsverki seinasta tíman var 908,4, sum varð mált á Norðradalsskarði nú klokkan 9:07 í morgun. Men tað kann ikki samanberast, tí Norðradalsskarð liggur upp í hæddini.
Petur Skeel Jacobsen sigur, at orsøkin til lága trýstið í morgun er, at vit eru í eyganum í ódnini, og har er stilli, til hann brestur á við vindi. Tá lágtrýstið er farið fram við, hæsar avaftur.
Sambært yr.no verður mesti vindur í Havn klokkan 11, tá hann verður 30 metur um sekundið
TRÝST HER fyri at síggja myndir frá flóðini í Havn