Klaksvík: Seinastu vikurnar hevur Barok verið eitt væl umtókt stað í Klaksvík ? bæði sum café, pub og dansistað.
Um vikuskiftið tekur Barok eitt nýtt stig, tí fyri fyrstu ferð verður livandi tónleikur á skránni. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið fer bólkurin Anubis at spæla til dans.
Ætlanin hevur allatíðina verið at royna livandi tónleik í hølunum, og fyrsta royndi verður gjørd í kvøld.









