Andreas Utterhall, sum »pápin« til tey fýra nýføddu eitur, forklárar tað heila við, at tað var eitt »váttligt kvøld« - faktiskt hansara polterabend. Men nakað brúdleyp bleiv tað so ikki.
Ístaðin gjørdist hann pápi at fýra børnum 9 mánaðir seinni.
Pápi hansara ringdi í øðini til hann, tá hann hevði lisið blaðið »Hvat fanin hevur tú gjørt?«, rópti hann í telefonini.
Onnur skrivaðu inn á heimasíðuna hjá honum »Nýt hýt næstu ferð«.
Vakt ans
Andreas Utterhall er fótbóltsspælari og sjónleikari og elskar at fáa fólk at flenna. Tí helt hann, at tað hevði verið stuttligt at gjørt okkurt serligt 1. apríl.
Blaðið setti seg í samband við hann, og saman funnu tey fýra »mammur« og eitt barn, sum so varð klætt í ymisk klæði fyri hvørja av myndinum.
Skemtið hevur vakt nógvan ans, og nógv bløð hava endurgivið stuttligu søguna.