Barnsley og Cardiff møtast í hálvfinaluni

Fyri fyrstu ferð síðani 1995 koma Arsenal, Chelsea, Liverpool ella Manchester United ikki at vinna FA Cup. Og fyri fyrstu ferð síðani 1991 verður eingin av hesum fýra liðunum í finaluni. Í 1991 vann Tottenham 2-1 á Nottingham Forrest í finaluni. Hálvfinalurnar í ár verða báðar leiktar á nýggja Wembley leikvøllinum, tær verða leiktar 5. óg 6. apríl. Cardiff leikar ímóti risadreparunum úr Barnsley, meðan hin finalan er millum West Bromwich og Portsmouth. Portsmouth vann fyri fyrstu ferð í 51 ár á Old Trafford í Manchester, og sigast má, at teir valdu rætta dagin. Tí Pompey mugu sigast at verða favorittar til at vinna kappingina. Men hini 3 liðini hava einki at óttast fyri, og ein finala millum tvey lið úr næstbestu deildini er ikki ein óhugsandi møguleiki. Seinast Cardiff vann FA Cup var í 1927. Seinast Portsmouth vann FA Cup var í 1939. Bólturin er rundur, men rundast í FA Cup kann av sonnum sigast!