Barnsley gjørdi av við Chelsea

Tað var ikki eiti á mannfalli millum tey stóru, tá ið tvær tær fyrstu fjórðingsfinalurnar í FA Cup vóru á skránni. Fyrst tapti Manchester United 1-0 ímóti Portsmouth, og í kvøld vann Barnsley, sum er í vanda at flyta niður úr næstbestu deildini, á heimavølli 1-0 á Chelsea.

Hóast Barnsley í 1/8 parts finaluni vann á Anfield ímóti Liverpool, so var sigurin á Chelsea sera óvæntaður.

Undirtippaðu stríðsmenninir í Barnsley arbeiddu alla tíðina sum óðir. Málið skoraði Barnsley miðskeiðis í 2. hálvleiki, og málskjútti var Kayode Odejayi, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

Síðstu løtuna royndu Chelsea stjørnurnar at leggja trýst á, og tað vóru støður, har tað var møguleiki fyri útjavnandi málinum, men Barnsley helt tætt. Í bretsku miðlunum verður mett, at stólurin er rættuliga heitur undir Chelsea venjaranum Avram Grant.

Manchester United og Chelsea vóru størstu favorittarnir at vinna FA Cup í ár. Eftir tvær 1/4 finalur eru favorittarnir burtur. Harvið er greitt, at níggju tey fremstu í bestu deildini hava ikki møguleika at vinna FA Cup.

Í morgin:

Middlesbrough-Cardiff kl. 14

Bristol Rovers-West Bromwich Albion kl. 18

Portsmouth er nummar 9 í bestu deildini. Barnsley er nummar 19 í næstbestu deildini. Middlesbrough er nummar 12 í bestu deildini, Cardiff er nummar 14 í næstbestu deildini, Bristol Rovers er á 17. plássi í triði bestu deildini,og West Bromwich Albion er nummar 4 í næstbestu deildini.