Heimsins elsta fótbóltskapping er FA steypakappingini, kend í Onglandi sum FA Cup. Kappingin hevur heili 151 ár á baki.
Ígjár boðaði enska fótbóltssambandið, FA frá, at Barnsley sum spælir í triðbestu ensku fótbóltsdeildini, League One verður tveitt út úr steypakappingini.
Barnsley skrásetti ein leikara skeivt í fyrsta umfarinum av steypakappingini, og tað fær nú avleiðingar.
Barnsley hevur staðfest, at ákæran hjá FA er sonn. Barnsley staðfestir eisini, at tey hava brotið reglarnar fyri leikarar í FA steypakappingini.
Um ikki Barnsley kærir dómin og fær viðhald, so verður tað Horsham úr sjeyndubestu deildini, Isthmian Premier Division sum skal kappast í øðrum umfarinum FA steypakappingini, vikuskiftið 1. til 3. desember.