Barnsburðarstuðul til frukt og grønt

Í Bretlandi skulu kvinnur nú fáa barnsburðarstuðul, sum tær verða eggjaðar at brúka til frukt og grønt, fyri at minka um álvarsligar sjúkur hjá børnum seinni í lívinum Bretski heilsumálaráðharrin, Alan Johnson, leggur hesa vikuna uppskot fram um, at allar kvinnur, sum bera barn undir belti, skulu fáa ein stuðul á 1200 krónur, sum tær verða eggjaðar til at brúka upp á frukt og grønt fyri at verja komandi børn ímóti sjúkum seinni í lívinum.

Uppskotið er partur av eini størri ætlan at útjavna gjónna millum rík og fátøk í Bretlandi. Men fruktstuðulin skal bjóðast til bæði rík og fátøk.

Barnsburðarstuðulin, ið ætlandi skal innførast í 2009, fer uttan iva at føra til nógv kjak.

Ætlanin er ikki, at tað skal vera krav, at pengarnir verða brúktir til frukt og grønt, og sambært bretska blaðnum, The Observer, góðtekur stjórnin at ikki allar tær 630.000 kvinnurnar, sum árliga gerast við barn í Bretlandi fara at brúka pengarnar til heilsugóðan mat.

Stuðulin fer at kosta bretska landskassanum millum 700 og 800 milliónir krónir, men um kvinnurnar brúka pengarnar til heilsugóðan mat, fer tað, sambært stjórnini, at spara landinum nógv meira enn tað.

Umboð fyri bretsk heilsustarvsfólk hava bjóðað uppskotinum vælkomnum, men halda at kvinnurnar skuldu fingið peningin so skjótt, sum tær gerast upp á vegin, og ikki sum í uppskotinum hjá stjórnini, tá tær eru komnar í sjeynda mánaða.