Starvsmannafelagið sigur í hoyringssvar til uppskotið um at broyta barnsburðarfarloyvii, at tey ynskja eftirlønina reguleraða eftir tí eftirlønaravtalu, sum eru í sáttamálunum hjá fólki.
Í uppskotinum er ætlanin at broyta útgjaldið, so eftirlønargjaldið ikki verður drigið frá áðrenn útgjald, men lagt afturat útroknaða barsilsgjaldinum. Eftir uppskotinum skulu øll fáa eftirlønargjald lagt oman á útgjaldið, men eftirlønargjaldið skal vera í samsvari við lógina um eftirløn. Tað merkir, at eftirløngargjaldið í 2017 er 4 prosent og veksur upp í 15 prosent í 2029.
- Starvmannafelagið heldur tað verða ein stóran bata, at leggja eftirlønargjaldið omaná, men mælir til, at útrokningin av eftirlønargjaldinum byggir á ta eftirlønaravtalu, sum er galdandi í sáttmálunum. Hjá limum í Starvmannafelagnum er pensjónsgjaldið 15 prosent, skrivar Starvsmannafelagið.
Víðari verður fegnast um longda barnsburðarfarloyvi við gjaldi. Felagið sigur seg vóna, at tað ikki gongur long tíð afturat til málið verður rokkið, um at barsilsskeiðið skal vera 52 vikur í Føroyum.
Eggja pápum at taka farloyvi
Felagið heldur, at ein skipan, har limirnir framvegis fáa 15 prosent í eftirlønargjaldi, kann eggja til, at fleiri pápar taka barnsburðarfarloyvi. - Mennirnir hava mangan hægri inntøku enn kvinnurnar og velja familjurnar tí, at kvinnan skal vera heima sum longst; nakað, sum hongur saman við, at barsilsskipanin hevur eitt útgjaldsloft á 25.000 kr. um mánaðin, skrivar Starvsmannafelagið.
Samumtikið sigur felagið seg meta, at tilmælið frá felagnum verður eitt framstig, sæð frá einum javnstøðusjónarmiði, og til gagns fyri eina barsilsskipan, har spurningurin hvat ið er best fyri børnini og familjuna, og í minni mun fíggjarligar umstøður, verða avgerandi.