Barnið skal hava lógarfestan rætt til lív

Miðflokkurin leggur fram lógaruppskot um at steðga fosturtøku í Føroyum

Løgtingið hevur nú tvey uppskot í at velja um fosturtøku. Annað um fría fosturtøku, hitt um at steðga fosturtøku

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, fer í vikuni at senda Løgtinginum uppskotið um broytingar í fosturtøkulógini, har endamálið er at loyva fosturtøku til og við 12. viku, soleiðis sum vit til dømis kenna tað úr Danmark.

 

Men Løgtingið hevur eisini fingið eitt annað uppskot, ið snýr seg um fosturtøku. Tað er Miðflokkurin, sum hevur sent Løgtininum »uppskot til Løgtingslóg um verju av ófødda barninu« – í klomrum 'Lógin um rættin til lív', sum flokkurin orðar seg.

 

– Uppskotið snýr seg um, at fólk, ið halda seg vera komin har til, at tey umhugsa fosturtøku ella halda, at fosturtøka er einasta loysnin, skulu hava alla hugsandi hjálp, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

 

– Tað snýr seg um, at øll børn hava rættin til lívið, sigur hann.

 

Í viðmerkingum til uppskotið vísa teir báðir tingmenninir hjá Miðflokkinum, Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen, á, at talið av fosturtøkum runt heimin táttar í dag í fimmti (50) milliónir árliga.

 

– Av hesum verða tær fimmti (samsvarandi við gott og væl tveir skúlaflokkar árliga) framdar í Føroyum. Onkur vil væl siga, at tal føroyinga er lágt, sammett við onnur lond, og rætt er tað. Men tann veruleikin er eingin umbering fyri at fremja hesar, tí 50 fosturtøkur eru 50 fosturtøkur ov nógvar, staðfesta tingmennini rhjá Miðflokkinum.

 

Teir siga víðari, at eingin hevur rætt at taka sær vald at avgera, hvør skal sleppa at liva, hvørki í Føroyum ella aðrastaðir í heiminum. Øll eiga íbornan rættin til lív, ein rætt, sum einki menniskja eigur at kunna gera seg inn á. Vónandi fáa vit í einari komandi føroyskari grundlóg staðfest, at hesin rættur til lív er rættur ófødda barnsins.

 

– Men til tað hendir er neyðugt, nú politiskar kreftir royna at geva leyst og vóna at fáa lagt uppskot fyri Løgtingið um sokallaða ”fríari fosturtøku”, at tryggja barnið við einum uppskoti, sum gevur tí lógarfestan rætt til Lív. Rætt til sama lívið sum tú og eg, sum liva, einaferð fingu frá fedrum okkara, siga tingmenninir hjá Miðflokkinum.

 

– At kalla nakað fría fosturtøku er av sonnum ein mótsøgn. Av øllum hugsandi aktørum í fosturtøkumálinum, mammu, pápa, politikarum, heilsustarvsfólkum og annars øllum, sum meta seg at hava rætt til at hava eina hugsan um hetta málið, er og verður til allar tíðir tað ófødda barnið høvuðspersónurin. Tað er lív tess, flestu hesi halda seg hava rætt til at hava eina meining um, nøkur halda seg hava rætt til at seta prísmerki á, og onnur halda seg kunna gera enda á, siga tier.

 

– Men frá høvuðspersóninum sjálvum, henni ella honum, sum veksur í lívi móður sínar, verður frælsið tikið. Hjá henni og honum er fosturtøkan alt annað enn frí, tí onnur taka sær frælsi til at ráða yvir barninum. Hesi, sum njóta frælsið, sum foreldur teirra góvu teimum at gerast frælsir føroyskir borgarar, taka frælsið frá høvuðspersóninum í fosturtøkumálinum og váða sær at kalla fosturtøkuna frælsa. At kvetta lívsstreingin hjá einum øðrum av er tað mótsatta av frælsi, tað er at fremja tað ultimativa ófrælsið, skriva teir báðir í viðmerkingum til uppskotið.

 

– Lívmóðurin, sum er ætlað at vera tryggasta og friðsamasta stað heimsins verður, fyri at endurgeva mætu kvinnuna, nobelprísmóttakaran móðir Teresu: ein krígsvøllur. Við kemiskum evnum, heilivági, ið voldir deyða, og um hetta ikki hjálpir, so við instrumentum, sum skera, skræða, skava og súgva v.m., verður friðurin brotin og trygga heimsstað barnsins verður ein slagmark, har úrslitið er givið frammanundan. Tann sterki, við ella uttan lógir í sínari hond, vinnur. Óseka barnið verður týnt.

 

– Hetta má steðgast heima hjá okkum, heldur enn at staðfestast, sum alt bendir á, at nakrir politikarar stríðast fyri, siga Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen, løgtingsmenn Miðfloksins í uppskotinum, sum teir hava latið Løgtinginum.