Barnið

So stór ein pína, so hart eitt stríð
at seta barn til heimin í.
Men hvør ein mamma gloymir tað
tá hon hevur barnið sæð.
Barnið liggur við móðurlív
lítli eingilin hevur frið
Sov tú bert mín lítli skattur
Um eitt bil, ert tú vakin aftur.
Barnið er vakið, hon heldur tað nær
og hon hugsar: »Tú tað kærasta hjá mær
Tú skalt liva lív títt gott
mamma varir teg hvørja nátt«.
Árini ganga, barnið gert stórt
Av reinum kærleika var tú gjørt
nú tú skjótt fara frá mær skal
bara eg havi lært teg væl?
Í so mong ár eg havi teg føtt og klætt
eg sigi ikki at tað var lætt
eg gjørdi tað tí eg elski teg
tú mást aldrin gloyma meg!
Nú mamma vil biðja fyri tær
at Jesus altíð er tær nær
Hann skal altíð vara teg
Tá tú gongur á lívsins veg.

Fríðhild Holmsund