Barney Stinson giftur – við einum manni

Í sjónvarpsrøðini How I Met Your Mother er Barney Stinton konufólkarevur, men í veruliga lívinum er hann nú giftur einum manni

Sjónleikarin Neil Patrick Harris er heimskendur í leiklutinum sum Barney Stinson í amerikansku sjónvarpsrøðini How I Met Your Mother. Har spælir hann tann eirindaleysi konufólkarevurin, ið ikki vil binda seg, men allatíðina søkir nýggj forhold.

Soleiðis er støðan hjá Neil Patrick Harris ikki í veruliga lívinum. Hann hevur seinastu 10 árini hildið saman við David Burtka, og nú boðar sjónleikarin frá, at teir eru blivnir giftir.

Vígslan hjá teimum báðum var í Italia farna vikuskiftið, og tað sigst, at Elton John, sum er vinmaður teirra, var til staðar og framførdi fyri teimum nýgiftu.