Barney í undirbuksum til Oscar

Oscar-verturin smæddist ikki burtur á stóra Oscar pallinum í nátt

Neil Patrick Harris, sum var vertur á stóra Oscar hátíðarhaldinum í USA í nátt, var á pallinum í undirbuksum.

Niel Patrick Harris er kendur frá sjónvarpsrøðini How I Met Your Mother, og umframt at verða sjónleikari dugir hann eisini at syngja, og hann hevði eina framførslu undir Oscar showinum.

Vit at trýsta á pílin í myndini omanfyri ber til at síggja brotið, tá Neil Patrick Harris gekk í undirbuksum út á pallin.