Tað var eingin dansur á rósum, tá fyrrverandi stórspælarin hjá Liverpool og Onglandi, John Barne,s í hálvt ár royndi seg sum venjara hjá Celtic. Síðani hevur millum lítið og einki verið at hoyrt til eleganta lámin. Nú hevur hann tó gjørt sáttmála um at venja fótbóltslandsliðið hjá Jamaica. Har hevur landsliðið bert vunnið eitt stig fyrstu tríggjar undankappingardystirnar, og tað er hetta, sum Barnes skal royna at bøta um.