Barnavognur ikki vandamikil kortini

Herfyri sendi Trygdarstýrið undir danska vinnumálaráðnum út eitt skriv, har sjey barnavognar vóru sagdir at verað lívshættisligir. Men nú hevur Trygdarstýrið viðurkent, at ein av hesum, tað er Simo Kombivognurin, als ikki átti at verðið tikin av marknaðinum

? Trygdarstýrið hevur nú ásannað, at tað skuldi ikki verðið sett eitt bann fyri at Simo Kombivognurin Supreme kann seljast.
Hetta sigur european nursery group í einum brævi til síni umboð í Føroyum. Eitt teirra er handilin Ciconia í Klaksvík, sum Mariann Fuglø eigur. Seinast vit frættu frá henni, bíðaði hon eftir boðum frá teimum, um hvat fór at henda víðari í málinum.
Tá hevið ENG boðað frá, at tey fóru at kæra avgerðina hjá Trygdarstýrinum viðvíkjandi Simo Kombivogninum.
Síðani tað kom fram, at vognurin skuldi vera vandamikil, hava nøkur fólk vent sær til handilin, sum hava keypt ein tílíkan vogn innan fyri tað seinasta árið.
Mariann sigur nú, at hon hevur fingið hetta skrivið frá ENG fyri einari góðari viku síðani, og at nú er alt tikið aftur.
Trygdarstýrið krevur tó, at ein skrúva verður sett á handtaksreguleringina, so at hon ikki kann leggjast heilt niður, tí hetta var tað, sum Trygdarstýrið metti at vera mest vandamikið við vogninum.
Sostatt vil tað siga, at Trygdarstýrið hevur viðurkent, at Simo Kombivognurin als ikki er so vandamikil, sum ført varð fram av fyrstan tíð.

Myndatxt:
Simo Kombivognurin er kortini ikki so vandamikil, sum Trygdarstýrið undir danska vinnumálaráðnum vildi vera við eftir nakrar trygdarroyndir, sum vognurin hevði verið ígjøgnum