Tað er ikki altíð neyðugt at flýggja so langt undan regni og vindi, tá familjan skal njóta frítíðina saman, tí í Eysturoynni spíla tey seg út, so høvi er hjá øllum, at fáa góðar, øðrvísi men eisini føroyskar upplivingar saman hesar annars gráu dagarnar.
Týsdagin 10. oktober ber til at uppliva tey øðrvísi søvnini, sum eru í Fuglafirði: Bilasavnið, Bátasavnið, Høvdahúsini og Piddasahandil. Hetta er ein familjutúrur ætlaður børnum við foreldrum ella ommum og abbum, sum helst eisini vita onkra søgu at fortelja frá teirra ungu døgum um tey tingini, sum eru at síggja á søvnunum. Túrurin kostar 100 krónur fyri tey vaksnu, meðan børnini, sum eru saman við teimum, eru ókeypis.
–Tað eru so nógv søvn, sum man ikki sær, og sum ikki er so nógv opin um veturin. Vit vendu okkum til søvnini í økinum at vita, um tey høvdu okkurt á skránni í heystfrítíðini, tá børnini hava frí, og ofta eru saman við foreldrunum ella øðrum vaksnum, sigur Kristina Berg, leiðari á Kunningarstovuni í Fuglafirði.
– Søvnini eru so mong og so ymsik, at tað er spennandi hjá bæði børnum og teimum eldru at vitja. Eg ímyndi mær, at tað kann verða stuttligt hjá einum abba at greiða frá um gomlu lutirnir, og eisini at síggja teir sjálvur. Millum annað hevur Bátasavnið fleiri gamlar bátar og gamla froskmannaútgerð, sum vit als ikki brúka longur, og kanska ikki kenna orðini fyri. Tað er stuttligt og mennandi fyri børnini at síggja. Eisini vitja vit Høvdahúsið hendan dagin, og tað er eitt gamalt hús, har til ber at síggja, hvussu fólk livdu fyri fleiri enn 200 árum síðani, sigur Kristina Berg.
Túrurin byrjar á Kunningarstovuni í Fuglafirði klokkan 13:00 og byrjar við einum gongutúri eftir sandinum til Gjógvará munnan, har víkingar fyrst búsettust. Har verður greitt frá um gamlar dagar, og hvussu børn spældu á sandinum tá. Síðani gongur leiðin framvið gomlu skonnartina, Kyrjastein, og yvir í gomlu Høvdahúsuni, sum upprunaliga vórðu bygd í Lamba í 1804 og síðani róð til Fuglafjarðar og sett upp aftur her í 1838.
Aftaná gongur leiðin til Bilasavnið, sum hevur gamlar bilar, knallertir og brandbilar – ein av bilunum er 50 ár. Haðani verður farið inn í Bátasavnið, har nógvir gamlir bátar og onnur gomul útgerð er. At enda gongur leiðin uppá í gamla handilin í Fuglafirði, sum kallast Piddasahandil og sum í dag selur heimavirkaðar vørur.
Til ber at keypa sær kakao og bollar í Ribarhúsi aftaná. Tiltakið endar soleiðis, at tey sum hava hug, kunnu gera ein ullaeingil uppi á Ribarslofti aftaná ella síggja ein film á bókasavninum, greiðir hon frá.









