Løgtingsins umboðsmaður hevur givið barnaverndartænastuni eina átalu fyri at biðja um kontuavrit hjá tveimum umsorgaryvirtiknum børnum, og fyri at upplýsa fyri bankanum, at børnini vóru umsorganaryvirtikin.
Ein fyrrverandi fosturmamma hevði boðað barnaverndartænastuni frá, at hon hevði illgruna um, at mamma barnsins nýtti av peningi tess. Barnaverndartænastan valdi tí at biðja bankan um avrit av kontum barnsins og systkjum tess, fyri at síggja nýtsluna á kontunum. Samstundis upplýsti barnaverndartænastan fyri bankunum, at børnini vóru umsorganaryvirtikin.
Løgtingsins umboðsmaður fekk eina klagu um málið og valdi tí at kanna málið nærri. Niðurstøðan er, at løgtingsins umboðsmaður metir, at hóast barnið var umsorganaryvirtikið, so hevði mamman enn foreldramyndugleika og tí eisini fíggjarligan myndugleika yvir barninum.
Løgtingsins umboðsmaður metir tí ikki, at barnaverndartænastan hevði heimild at biðja um kontuavritini. Ei heldur átti hon at upplýst fyri bankanum, at børnini vóru umsorganaryvirtikin, tí talan er um eymar persónligar upplýsingar. Hon hevur tí givið kommununi eina átalu fyri hetta.