Barnaverndin fingið sálarfrøðing

Barnaverndin hjá Tórshavnar Kommunu hevur fingið sálarfrøðing at taka sær av barnaverndarmálum hjá kommununi. Sálarfrøðingurin fer at arbeiða hálva tíð fyri barnaverndina og hálva tíð hjá umsitingini

 

Tórshavn: Tann 1. januar komandi ár tekur Sigrun Samuelsen, sálarfrøðingur við starvi sum sálarfrøðingur hjá barnaverndini og umsitingini hjá Tórshavnar Kommunu. Hon skal arbeiða hálva tíð á hvørjum staðnum.

Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd Tórshavnar Býráðs, sigur, at mett varð, at tørvurin á einum sálarfrøðingi var so stórur, at rætt var at seta ein í starv.

Tað kann bæði vera tekin um, at tungu málini økjast í tali, men eisini ein ábending á, at barnaverndarnevndin er vakin og tekur arbeiðið í álvara.

Ikki so at skilja, at undanfarnar nevndir ikki hava gjørt tað, men tað tykist, sum slík mál, sum hoyra barnaverndini til, gerast alt fleiri. Ella bara sjónligari, sigur Elin Lindenskov.

Hon sigur, at tað gerst alt meira vanligt, at fólk, bæði børn og vaksin, verða meira opin, tá talan er um mál sum eitt nú insest og harðskap. Eisini stovnar og feløg eru farin at vera meira vakin og fylgja við, hvussu tað einstaka barnið hvur tað og ber seg at.

Sálarfrøðingurin, sum nú er settur í starv, fer at verða við í teimum málsviðgerðum, barnaverndin hevur, umframt eisini at gera uppsøkjandi arbeiði, har tað til einahvørja tíð tykist neyðugt.

Umframt at arbeiða beinleiðis fyri barnaverndina skal sálarfrøðingurin eisini arbeiða hálva tíð fyri fyrisitingina hjá býráðnum.

Fyrisitingin hevur eisini brúk fyri vegleiðing. Tað hevur verið so, sigur Elin Lindenskov, at býráðið hevur keypt sær hesa tænastuna frammanundan. Tað er í lagi at brúka konsulentar, men tá ein hevur egna arbeiðsmegi, sum ein kann brúka 100 prosent, verður tað uttan iva lagaligari at arbeiða.

Eisini hevur Tórshavnar Kommuna sett ein samskipara at taka sær av barna- og familjumálum. Tað er Katrin Petersen, sum fyrr hevur verið leiðari á dagstovninum í Hoyvík.