Í Sosialinum fríggjadagin 13. februar 2015 skrivaði leiðarin fyri Barnaverndarstovu Føroya nakrar viðmerkingar til greinina hjá undirritaða ”Barnarverndarskipanin – ein valdsskipan, ið ikki kann røkkast”.
Hon skrivar, at eg í hesi grein gevi eina misvísandi mynd av barnaverndarskipanini.
Í mun til ætlanina við barnaverndarskipanini eri eg samdur við leiðaran fyri Barnaverndarstovu Føroya – men trupulleikin er, at praksis ikki er í samsvar við ætlanina fyri barnaverndarskipanina.
Eg havi í tveimum umførum loyvt mær at skriva nøkur orð um, hvussu skipanin virkar í praksis. Og tað er rætt, at hendan myndin av hvussu ætlanin við skipanini verður handfarin kann sáa iva – og helst eisini ekka – og tað er avgjørt orsøk til at vera ivasamur og óttafullur í mun til tær upplivingar av barnaverndarskipanini, ið veruliga fara fram – tíanverri.
Í kjalarvørrinum av mínari skriving av skipanini eru nógvar afturmeldingar komnar, sum stuðla hesari óhepnu mynd av skipanini. Hon virkar ikki eftir ætlan.
Havi, tíanverri, ta fatan, at yvirtøkur av børnum eru framdar, sum als ikki áttu at veri framdar. Og eg hugsi ikki um yvirtøkur tá talan er um, at vit eru uppi í ”reyða” feltinum s.s. harðskapur, rúsevni og misnýtsla – nei, eg tosi um yvirtøkur av børnum hjá orkusterkum og vælvirkandi foreldrum, har barnarverndarskipanin metir, at barni fær ein betri mennandi uppvøkstur aðrastaðni. Her átti barnaverndarskipanin heldur at stuðla bæði foreldrum og barni í teimum avbjóðingum familjan hevur – soleiðis at hesi saman kunnu vinna á avbjóðingunum.
Tað, sum er avbjóðingin við at varpa ljós á hesi viðurskifti er júst tann kontekstur, at barnaverndarmál kunnu vera bæði viðkvom og sár – og tí kann fatanin av hesum málum gerast kensluborin. Av hesi orsøk sýnist tað nærum ógjørligt at fáa avvarandi, bæði inni í skipanini og uttanfyri skipanina, at seta eina kritiska sjóneyku á barnaverndarskipanina.
Og tá ið innanhýsis fatanin er, sum leiðarin av Barnaverndarstovu Føroya skrivar:”(…) eftir okkara fatan hevur gongdin í hesum tíðarskeiði verið sera jalig og mennandi” og at allur kritikkur samstundis verður blankt afturvístur – so sakni eg evnini at hyggja inn í skipanina við kritiskum eygum.
Lat meg taka eitt dømi, ið vísir at skipanin hevur trupulleikar í praksis.
Leiðarin fyri Barnaverndarstovu Føroya nevnir í sínum viðmerkingum tilgongdina í samband við umsorganaryvirtøku, men hon nevnir (helst tilvitað) onki um bráfeingisyvirtøku. Bráfeingisyvirtøka av einum barni er, sum orðið sigur tann meira akutta yvirtøkan tvs. ein yvirtøka, sum kann fremjast bráfeingis tí at mett verður, at hetta er neyðugt fyri at verja barnið. Hendan heimildin í skipanini er styrkt í nýggju skipanini, tí tað skal vera møguligt at handla skjótt (innan 24 tímar eftir fráboðan) tá ið tørvur er á tí – og tað er ein skilagóð ætlan, tí tað kann í ávísum føri hava stóran týdning, at kunna handla skjótt.
Avgerð um bráfeingisvyirtøku liggur hjá teim ymisku barnaverndartænastunum kring landið. Hesi starvsfólk skulu meta um støðuna og taka eina (í tílíkum føri, skjóta) avgerð í málinum.
Hesi starvsfólkini, ið taka støðu, eru sum skilst meginparturin sosialráðgevarar, og uppfylla harvið kravið um eina miðallanga útbúgving – men er hetta ein nøktandi førleiki at meta um eina bráfeingisyvirtøku?
Um vit nú halda fram, og hugsa okkum at ein avgerð um bráfeingisyvirtøku er tikin, so er avbjóðingin eftirfylgjandi at innheinta meira data, sum stuðlar avgerðini. Júst tí, at hendan støðan hevur tað eyðkenni, at vitanin er avmarkað og mett verður útfrá avmarkaðum data, at ein bráfeingisyvirtøka skal fremjast.
Hesin einstaki sosialráðgevin skal síðani byggja hesa sakina upp til grundgevingar. Í flestu málum, ið eg havi fingið innlit í, sýnist tað vera eitt eyðkenni at data innsavningin ella vitanarsavningin hevur ein ójavnað – nevnliga tað praksis, at data, sum stuðlar uppundir, at eitt mistak er farið fram sleppur ikki framat og fær ikki somu rúmd ella tyngd sum data, sum stuðlar bráfeingisyvirøkuni. Men so kunnu vit spyrja, hvør ynskir at savna inn data, sum stuðlar einari mynd av egnari inkompetensu í einum so týðandi máli? Ein sosialráðgevi, ið hevur tikið eina skjóta avgerð um, at bráfeingisyvirtaka eitt barn, vil helst gera nógv fyri at skaffa data, sum stuðlar avgerðini…
Ikki sørt, at vit síggja sama hugburð í greinini hjá leiðaranum fyri Barnaverndarstovu Føroya, nevnliga hesin, at okkara mynd er tann rætta og ongin skal koma og siga nakað annað.
Og við hesum hugburði inni í skipanini, so kunnu vit hugsa okkum, hvussu grundarlagið undir einum góðum samstarvi við foreldrini er lagt. Um ósemja tekur seg upp við foreldrini í mun til hvørjar fyribyrgjandi skipanir eru bestar at seta í verk – ja, so hava vit eina sokallaða asymmetriska ósemju, har barnaverndartænastan hevur alt valdið. Hesar ósemjur hava tað eyðkenni at tann, ið hevur valdið kann velja heldur tíðliga í tilgongdini, at (mis-) brúka hetta, soleiðis at avgerðin fellur teirra veg. Tá verður eitt veruligt samstarv ikki skapt, men heldur verður samstarvið grundað á asymmetriska valdsveruleikan (=um vit eru ósamd, so hava vit rætt!). Hetta er nakað, ið meir enn so kemur fyri í praksis, eitt dømi uppá hetta úr einum barnaverndarmáli er hendan orðingin:”Um tú ikki ger sum vit siga, so bráfeingisyvirtaka vit barnið hjá tær!”.
Hendan asymmetriska støðan er løgd í barnaverndarskipanina, og tað er ein góð ætlan við hesum. Men ikki tykkum at siga, so krevur tað eyðmjúksemi, virðing, tilvit og góð samskiftisevni at handfara hetta – og tað er ein førleiki!
Barnaverndarskipanin skal virka fyri at savna familjur aftur í tílíkum støðum, men í praksis fáa familjur í hesu sváru og viðkvomu støðu, ikki neyðugu hjálpina reint menniskjaliga og sálarliga – tað er gott, at skipanin veitur foreldrum løgfrøðisliga hjálp, men tað er tíanverri ikki nóg mikið.
Tí er tað framvegis mín metan, at barnaverndarskipanin í stóran mun ikki megnar at røkja ætlaða leiklutin í praksis.
Ætlanin er góð, og vit ynskja øll eina barnaverndarskipan, ið vit hava álit á og sum røkir sínar skyldur.
Steinbjørn Hardlei