Barnaverndarøki skulu leggjast saman

Rósa Samuelsen heldur, at barnaverndarøkini, sum eru skipað kring landið, skulu verða munandi størri, enn tey eru nú.

Tað staðfesti hon í frágreiðingini um barnaverndarlógina, sum hon legði fyri Løgtingið í dag og sum tingfólk fara at hava aðalorðaskiftið um 6. august.

Landsstýriskvinnan fegnast um, at sum heild virkar lógin væl, tí hon hevur bøtt munandi um rættartrygdina hjá børnum og foreldrum.

Tó heldur hon, at uppgávan kann loysast uppaftur betur.

Rósa Samuelsen heldur, at vit skulu halda fast í skipanina við barnaverndarøkjum kring landið.

Men hon heldur, at økini eiga at vera størri.

- Barnaverndarmál eru sera viðkvom og kunnu vera sera tórført at umsita. Fyri at tryggja rættartrygdina á besta hátt, er tað umráðandi, at tað eru fólk við serligum fakligum førleika, sum taka sær av hesum málum.

- Heldur enn at fara aftur til gomlu skipanina, eiga vit heldur at leggja okkum eftir at fáa enn størri barnaverndarøki enn í dag.

- Mítt tilmæli er, at vit vaksa um barnaverndarøkini, so hvørt øki í minsta lagi hevur 3000 íbúgvar, sigur Rósa Samuelsen.

Sostatt ætlar hon, at barnaverndarøkini skulu vera tvær ferðir størri enn tey eru í dag, tí sum er, er hvørt barnaverndarøkið minst 1500 fólk.