Barnauppsparing: Týdningarmest at spara upp

Fyri at børnini skulu fáa sum best burtur úr barnauppsparingini, er avgerandi, at uppsparingin veruliga fer fram. Møguligar íløgur skulu gerast við varsemi

fíggjartíÐindi frá www.sparikassin.fo
????????????

Brúkaratátturin í Cassiopeia-sendingini hjá SvF hevur sett fokus á barnauppsparing, og tað er posi-tivt. Tvey sjónarmið um evnið komu fram í send-ingini 17. oktober, men kortini restar eitt sera týð-andi sjónarmið í: Hitt mest týðandi við barnauppsparingini er, at spart verður upp!
? Sjálvandi hevur avkastið týdning, men tað mest umráðandi er, at uppsparingin fer fram. Tá man so hevur uppspart eina ávísa upphædd, kann tað vera eitt gott hugskot at gera varnar íløgur í virðisbrøv, sigur Finn Danberg, fíggjarleiðari í Føroya Sparikassa.
Fyri eina lutfallsliga lítla upphædd, t.d. 50 um mánaðin í 20 ár, fær uppspararin 13.706 krónur, um rentan er tvey prosent um árið, og 14.674 krónur um rentan er trý prosent. Í báðum førum er innskotni peningurin heilar 12.000 krónur.
? Tað, sum hevur týdning er við øðrum orðum ikki, um rentan er eitt prosent hendan ella handan vegin, men at spart verður upp. Tað er snøgt sagt nakað av tí besta foreldur kunnu gera fyri at geva børnunum eina góða fíggjarliga byrjan, sigur Finn Danberg.
Sostatt ræður um hjá foreldrum og øðrum avvarðandi at fáa gongd á uppsparingina í góðari tíð. Byrjast kann við einari lítlari, fastari flyting, sum kann vaksa, tá ráðini eru til tess. Ikki fyrr enn uppsparingin er komin í eina góða legu og hevur fingið eina ávísa stødd, er klárt at tosa um íløgur.
? Transaktiónsútreiðslur og avgreiðslugjøld eta eitt petti av hvørjari íløgu, og tí er skilabest at savna sær størri upphæddir saman og síðani gera íløguna, sigur fíggjarleiðarin.
Kundar í Føroya Sparikassa hava atgongd til íløgukundaráðgevarar á øllum deildum Sparikassans, og hesir ráðgevarar veita holl ráð í øllum spurningum um íløgur.
Peningastovnsørindi í arbeiðstíð
Ein nýggj kanning vísir, at nógv avgreiða síni peninga-stovnsørindi um morgunin, tá tey eru komin til arbeiðis.
Danski EDB-sentralurin SDC hevur gjørt eina kanning, sum vísir, at heimagreiðslurskipanirnar hava mest at gera stutt eftir klokkan 9 um morgunin - fáar minuttir eftir, at tey flestu eru farin til arbeiðs og hava tendrað telduna á arbeiðsplássinum.
Hetta skriva Berlingske Tidende.
Higartil hevur vanliga fatanin annars verið, at fólk avgreiða síni sparikassaørindi umvegis heimagreiðslurnar um kvøldið ella um vikuskiftið, tá góðar stundir eru til tess.
SDC hevur gjøgnumgingið ta nágreiniligu skrásetingina av persónum, sum logga á heimagreiðslurnar, og uppgerðin vísir greitt, at privat peningastovnsørindi fyri tað mesta verða avgreidd fyrrapartar.