Ein søga varð lisin upp um ein drong og ommu hansara, sum hevur Alzheimer. Soleiðis varð greitt skemtiliga frá, hvussu løgin sjúkan er. Eisini varð greitt frá hví, ið fólk við Alzheimer onkuntíð tykjast løgin. Samstundis, sum tað varð flent eftir nógvum, so varð eisini sera væl greitt frá, hvussu vit kunnu hjálpa fólkum við Alzheimer. Við sera einføldum amboðum kunnu vit vera við til at lætta um gerandisdagin hjá fólkum, sum eru rakt av Alzheimer, og teimum avvarandi, sum eru um tey.
Børnini hugnaðu sær óført. Klovnurin Albinus sat millum børnini og hugnaði sær. Huglagið var gott millum luttakararnar, og seinni var drekkamunur, har ið fólk fingu eitt prát afurvið kaffi.