Barnatiltak á Glyvrum

Sunnudagin 21. mars verður stórt barnatiltak og páskareggjatombola í kappróðrarneystinum á Glyvrum. Angela og Hannibal verða somuleiðis við.
Tað er Kappróðrarfelagið NSÍ sum skipar fyri tiltakinum. Barnatiltakið byrjar kl. 15.00 og páskareggjatombolaið, við 300 páskareggum, byrjar kl. 16.00.
Atgongumerkir á 50 kr. kunnu keypast við dyrnar.