Barnatekningar á internetinum

Tekningarnar, sum komu inn til barnateknikappingina hjá Amnesty í november, eru lagdar á heimasíðuna: www.amnesty.fo

TÍÐINDASKRIV

Undirtøkan var stór til kappingina, umleið 140 myndir komu inn.

Aðalfundur
Aðalfundurin í ár verður hóskvøldið 18. apríl kl. 19.30 á Landsbókasavninum. Á skránni er umframt frágreiðingar frá farna árið m.a. uppskot til lógarbroyting. Vit meta, tað er neyðugt at broyta lógina, í fyrsta lagi tí at viðtøkurnar fyri Amnesty International vóru broyttar á ICM, altjóða aðalfundinum í Dakar í august 2001, og í øðrum lagi tí summar ásetingar í lógini eiga at verða dagførdar. Um onkur hevur hug at lesa uppskotið til lógarbroyting, finst tað á heimasíðu okkara: www.amnesty.fo undir Nýtt.

Miðeystur
Í sambandi við álvarsligu kreppuna í Miðeystri hava vit fingið Hans Holm at koma á aðalfundin at greiða frá um Miðeystur. Hann fer m.a. at greiða frá søguni aftanfyri stríðið millum partarnar. Amnesty fylgir neyvt við gongdini í Miðeystri. Áhugaði kunnu lesa meira á altjóða heimasíðuni: www.amnesty.org