Byrjað varð í Eikilund á skúlanum í Kongagøtu við tónleiki og sangi. Síðani var vælkomst har m.a. tannlæknastjórin Sigrid Arge og Halla Samuelsen, forkvinna í sosialunevndini, hildu røðu. Ein nýggjur felagssangur varð gjørdur til høvið og limir í Havnar Hornorkesturi og Finnur Hansen spældu aftur við føðingardagssanginum.
Eftir tað var farið úr Eikilund og yvir um vegin til tannlæknastovuna í barnatannrøktini í Tórsgøtu.
Har var opið hús við framsýning av eldri og núverandi tilfari, bæði á pappírsmyndum og á skíggjum runt um í húsinum.
Í 1959 kom tann fyrsta skúlatannlæknastovan við kommunalt settum tannlækna í Havn sum tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Barnatalið 0-16 ár, ið fáa tilboð um tannrøkt í Suðurstreymi, eru í dag sløk 5.000 børn. Tilsamans 20 starvsfólk arbeiða í barnatannrøktini Tórshavnar kommunu, harav fimm tannlæknar og tveir tannrøktarar.