Barnatænastan við sviðið so!

Barnatænastan er lógarásett tænasta ætlað øllum børnum og barnafamiljum og fylgir tilráðingum frá Heilsustýrinum.

Henda tænasta er einasta heilsufyriskipan, ið er ætlað sum eitt fakligt trygdarnet á sosiala, heilsuliga og tí pedagogiska økinum. Tí er Barnatænastan einasti myndugleiki, sum kemur inn til allar barnafamiljur í Føroyum og sum hevur samrøður við øll skúlabørn, íalt 7.500 skúlabørn. Eisini er eitt tætt samstarv við sosialan, pedagogiskan og læknaligan mynduleika.

Barnatænastan er samansett av heilsufrøðingum, ið eru sjúkrarøktarfrøðingar, ið hava nomið sær eina serútbúgving innan heilsufremjan á barna og familjuøkinum.

 

Manglandi játtan!

Tað hevur í nógv ár verið sera torført at fingið fakfólk við hesi serútbúgving í starv.

Fyri fyrstu ferð nakarantíð eru øll størv sett. Í hesum døgum, tá tað annars er stórur mangul upp á starvsfólk, er týdningarmikið at halda upp á hesi starvsfólk. Men við játtanini í fíggjarlógaruppskotinum ber hetta ikki til!

 

Nýggj kunngerð, uttan viðfylgjandi pening

Í nov 2007 varð nýggj kunngerð til lóg um fyribyrgjandi heilsuslkipanir fyri børn og ung samtykt.

 

Ráðgeving av starvsfólkum á m.a á stovnum og skúlum

Ráðgeving til fakfólk viðv sálarligari, sosialari og likamligari heilsu og trivnað hjá børnum

Eftirlit viðv heilu og trivnaðarumstøðum á stovnum og skúlum

Eftirlit viðv reinføri og heilsu á skúlum

 

Skúlalæknan er tikin úr skúlunum, og gevir hetta Barnatænastuni eisini munandi størri ábyrgd á barna, familju og skúlaøkinum.

 

Tíðanverri má staðfestast, at hóast arbeiðsøki og uppgávur eru øktar, fylgir ikki peningur við.

 

Broytingaruppskotið

Avvarðandi leiðsla er gjørt varug við hesa støðu, so skjótt sum fíggjarlógaruppskotið var fari oman í tingi, men í broytingaruppskotinum til fíggjarlóg er ongin meirjáttan. Ì einum minnilutauppskotið stendur enntá, at uppskot er um at skerja Barnatænastuna við 1,2 mill. Hetta vildi verið at máa støðið undan stórum pørtum av hesi tænastu, og velja vit tí ikki at trúgva at Føroya Løgting tekur undir við hesum.

 

Vónandi vísa landsins myndugleikar ábyrgd, soleiðis at henda fyribyrgjandi og heilsufremjandi tænastu til okkara børn ikki verður fyri vanbýtið. Ov lítil játtan merkir minni heilsufremjandi tænastu til børn og barnafamiljur og kann ikki forsvarast í einum framkomnum samfelag, har tað í løtuni verður sett focus á fólkaheilsu.