- Nógv foreldur halda tað er so strævið at roksast við hesar stólarnar, men tað er altso betri at hugsa hvat er tryggari enn hvat er lættari.
Tað sigur Sólrún Ásta Haraldsdóttir eftir, at hon og dóttirin fyrr í vikuni vóru í einum ferðsluóhappi. Báðar komu óskalaðar frá óhappinum, men er Sólrun Ásta Haraldsdóttir vís í, at tað einans er takka barnastólinum og trygdarbeltinum.
Tað var eftir, at Sólrún Ásta Haraldsdóttir hevði verið eftir dóttur sínari í barnagarðinum á Kambsdali mikudagin og var á veg aftur til Fuglafjarðar, at óhappið hendi.
- Koyrilíkindini vóru ikki av teimum bestu, og koyrdi eg av tí sama spakuligt. Krapi lá á vegnum, og brádliga tók ein hvirla í bilin, ið fór á glið, greiðir Sólrún Ásta Haraldsdóttir.
Tað eydnaðust ikki at fáa tamarhald á bilinum aftur, og endin var, at bilurin fór út av vegnum og endaði á síðuni niðri í eini djúpari veit.
- Vit báðar fingu ein skelk, men dóttirin var í einum sera góðum bilstóli, og eg var íbundin, so einki hendi við okkum, greiðir Sólrún Ásta Haraldsdóttir frá.
Hóast bilurin koppaði á, so komu mamma og dóttur frá óhappinum uttan nakran stórvegis skaða, greiðir Sólrún Ásta Haraldsdóttir frá.
- Vit báðar eru eitt sindur skelkaðar, og eg havi smávegis pínu í onkrum vødda. Men tá hugsað verður um hvussu ógvusligt tað var, so sloppið vit væl frá óhappinum, sigur Sólrún Ásta Haraldsdóttir.
Fyri Sólrún Ásta Haraldsdóttir undirstrikaði óhappið hvussu týdningarmikið tað er at vera væl íbundin í bilinum.
- Børn mugu vera væl íbundin, og tey mugu hava rætta stólin. Um dóttirin bert hevði sitið á eini bilpútu hendan dagin, so veit eg, at hon ikki hevði sloppið eins væl frá óhappinum. So míni ráð til øll foreldur eru, at keypa góðar bilstólar, tí um óhappið hendir, so kann tað gera stóran mun hjá børnunum, sigur Sólrún Ásta Haraldsdóttir.