Fyri 200 árum síðani skrivaði H.C.Andersen kenda ævintýrið um Keisarans nýggju klæðir, ið snýr seg um, hvussu tápuligt tað er at vera so forfeingiligur, at man lumpar seg sjálvan og heldur seg kunna lumpa øll onnur við. Nú verður ævintýrið sett upp sum sjónleikur á Tjóðpallinum.
Tað eru Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð, sum hava gjørt søguna til leik við tí fyri eyga at gera søguna so stuttliga og rokuta sum gjørligt. Tey bæði hava eisini átikið sær at spæla allar leiklutirnar sjálvi, so tað verður ein rokmikil og festlig uppliving hjá bæði børnum og vaksnum. Hetta skrivar Tjóðpallur Føroya í tíðindaskrivi.
- Sum tey flestu vita, so snýr søgan seg um ein forfongiligan keisara, ið bara hugsar um klæðir og útsjónd. Hann gloymir púrasta at stýra landinum, og brúkar allar skattapengarnar upp á seg sjálvan. Ein dagin koma tveir skræddarar, ið siga seg duga at gera tey fínastu klæðini í heiminum: Tey eru ósjónlig hjá ódugnaligum ella býttum fólki. Og hesi klæðini vil keisarin sjálvandi hava, siga tey á Tjóðpallinum og leggja aftrat:
- At lumpa seg sjálvan av berari forfeingiligheit og ræðslu fyri sínum egna umdømi er eitt evni, sum ongantíð er vorðið óaktuelt, síðan H.C. Andersen skrivaði søguna fyri skjótt tveyhundrað árum síðan.
Leikurin Keisarans nýggju klæðir verður framførdur á ólavssøku - báðar dagarnar klokkan 16.00 og 18.00 - á Tjóðpalli Føroya. Atgongumerki fáast á info@tjodpallur.fo og við dyrnar 1 tíma undan sýning.